Innanlands

Ómerkt allergen í Chicken Tikka Masala liðugtrætti

Heitt verður á fólk, sum hava ovurviðkvæmi ella intoleransu móti hveiti (gluten), sesam og soja, um ikki at eta vøruna og heldur beina hana burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2019-11-30 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

CPF Denmark A/S afturkallar partí av liðugtrættinum Chicken Tikka Masala.

Orsøkin er, at tilfar við allergenunum hveiti (gluten), sesam og soja av misgáum er brúkt, og hesi allergen eru ikki ávíst á merkingini.

Talan er um vøruna Coop Chicken Tikka Masala, kylling tikka masala med gule jasminris.

Vøran er seld í Føroyskum handlum, og fólk, ið hava ovurviðkvæmi ella intoleransu móti gluten, sesam og/ella soja eiga ikki at eta vøruna, sigur Heilsufrøðilga Starvsstovan. Heitt verður tí á fólk, ið hava ovurviðkvæði ella intoleransu móti hesum, og sum hava keypt hesa vøru, um ikki at eta hana, og í staðin beina hana burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt.

Um vøruna

Nettoindhold: 350 g
Lot numrene: 0562092 B06 og 0562092 B07
Bedst før dato: 2/4-2021
EAN stregkode: 7340011456742

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder