Fyrsti tilburðurin av omikron-koronafrábrigdinum er staðfest í Íslandi. Tað váttaði Már Kristjánsson, yvirlækni á Landspítalanum, fyri Morgunblaðnum í gjárkvøldið.
Illgrunin kom fyrr í gjár, tá eitt PRC-sýni vísti óvanligt úrslit. Sýnið varð tí sent til gengreining, og her vísti tað seg, at talan var um omikron-frábrigdið.
Enn er bert tann eini persónurin staðfestur við hesum koronufrábrigdinum, men smittusporing er sett í verk av fólkunum, sum hava verið í sambandi við smittaða persónin, skrivar Morgunblaðið.
Altjóða tíðindastovurnar kundu í gjár eisini boða frá, at omikron-frábrigdið nú eisini er staðfest í USA.
Reuters skrivar, at smittan er staðfest hjá einum koppsettum persóni, sum kom til USA úr Suðurafrika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald