Nýggja koronufrábrigdið Omikron, sum varð staðfest í Suðurafrika herfyri, kom til Evropa eitt sindur fyrr, enn mann higartil hevur hildið. Tað vísa greiningar av koronukanningum, sum eru gjørdar í Belgia, Hollandi og Týsklandi.
Omikron varð fyrst fráboðað Heimsheilsustovninum, WHO fyri einari viku síðani – 24. november, men frábrigdið var longu komið til Evropa áðrenn tað.
Holland upplýsti týsdagin, at nýggja frábrigdið varð skrásett í tveimum kanningum frá ávikavíst 19. og 23. november. Áðrenn tað varð hildið, at Omikron kom til landið við tveimum flogførum úr Suðurafrika 26. november. Tá vórðu 61 ferðafólk staðfest positiv fyri koronu, og 14 teirra vórðu staðfest smittað við Omikron-frábrigdinum, hava kanningar síðani víst.
Belgia var tað fyrsta landið í Evropa at skráseta ein tilburð við Omikron-frábrigdinum í farnu viku, og síðani hevur mann har funnið frábrigdið í einari roynd frá 22. november. Týskland hevur eisini funnið frábrigdið í einari kanning hjá persóni, sum lendi í Frankfurt 21. november, skrivar Ritzau.
Og hóast Suðurafrika var fyrsta landið at boða frá Omikron-frábrigdinum, merkir tað ikki neyðturviliga, at frábrigdið stavar harfrá.
Sambært Statens Serum Institut í Danmark, varð Omikron skrásett í suðurafrikanska landinum Botsvana 11. november, og 14. november varð tað eisini skrásett í Suðurafrika. Heimsheilsustovnurin hevur eisini upplýst, at Omikron fyrst varð staðfest í kanning frá 9. november. Upplýst verður tó ikki, hvar kanningin varð gjørd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald