
Koronufrábrigdið sum seinastu dagarnar hevur breitt seg í Evropa er nú eisini staðfest í Føroyum.
Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni, fyri Kringvarpinum fyrrapartin.
Tilsamans 96 smittutilburðir vóru staðfestir í kanningunum mánadagin. Átta av teimum vórðu sendar til Heilsufrøðiligu starvsstovuna at vera útgreinaðar fyri omikron.
VP skrivar, at ein tilburður við Omikron-frábrigdinum er staðfestur hjá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum. 16 starvsfólk á skurðdeplinum vóru staðfest positiv, og tað talið fer væntandi at vaksa í dag. Og nú vísir tað seg, at í øllum førum eitt starvsfólk, er staðfest við illa smittandi frábrigdinum.
Landslæknin upplýsir annars, at tað í gjár ikki vóru líka nógvir tilburðir sum mánadagin. Fyribilstølini vísa, at 75 tilburðir vóru staðfestir.
Les eisini: Omikron kann vera byrjanin til endan á heimsfarsóttini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald