Líkt er til, at Omikron-frábrigdið í størri enn onnur frábrigdi kann smitta fólk, sum longu hava havt koronu.
Tað sigur Anne von Gottberg, suðurafrikanskur professari í mikrobiologi á tíðindafundi á afrikonsku skrivstovuni hjá Heimsheilsustovninum, WHO.
Talan er tó um eina fyribils eygleiðing, og málið verður enn kannað. Tó er eisini líkt til, at tey, sum hava verið smittað við øðrum frábrigdum, fáa mildari sjúkueyðkenni, um tey verða smittað við Omikron-frábrigdinum.
Tað hevur tó eisini verið frammi, at Omikron møguliga gevur mildari sjúkueyðkenni sum heild enn onnur frábrigdi. Sambært The Guardian kann tað eisini vera orsakað av, at nógvir av fyrstu Omikron-tilburðunum vóru staðfestir millum ferðafólk, sum kortsíðani eru staðfest smittað, og yngri fólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald