
Jan Erlingsson Petersen, sum er ættaður úr Klaksvík, er stjóri í PrimaFisk, og framleiðir vørur burturúr føroyskum fiski.
Men tað er omma hansara, sum er orsøkin til, at hann í dag fæst við slíkt.
Um áhuga sín fyri matgerð, greiðir Jan Erlingsson Petersen soleiðis frá:
- Omma mín arbeiddi hjá Kjøt-Mikkjali í Klaksvík. Tá var eg mangan við í kjøthandlinum, og síðani hevur matframleiðsla sum heild altíð havt mín stóra áhuga.
- Í hesum sambandi kann eg leggja aftrat, at bakkarnir, ið vit klamsa frikadellur og knetti á, hava navnið Hjá Mikkjali sligið í.
- Fiskapylsan, skorin í skivar, er heilsugóður matur og inniheldur ikki tilsetingarevni so sum litevni og haldevni. Fitiinnihaldið kemur av fiskafiti og plantuolju.
Virksemið á PrimaFiski hevur verið støðugt vaksandi øll árini, og grundarlagið undir fyritøkuni við størri vøruúrvali er nú væl betri enn frammanundan, sigur Jan E. Petersen.
- Vit hava í fleiri førum eisini framleitt til útflutnings. Tó hevur talan enn ikki verið um støðugan útflutning. Men vit miða eftir at fara undir regluligan útflutning sum frálíður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald