Innanlands

Omri Galperin: Føroyska mentanin er serstøk

- Lívið var sera áhugavert hesi tvey árini, vit búðu í Føroyum, og eg havi nógvar søgur at siga um hesa tíðina í mínum lívi, sigur ísraelski Omri, sum vónar at sleppa aftur til Føroya skjótt

2021-05-03 13:20 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

– Eg havi vitjað í fleiri enn 50 londum, og eg kann bara staðfesta, at tey, sum kundu hugsað sær at vitja eitt av vakrastu støðunum í heiminum við blíðasta fólkinum í heiminum, áttu at farið til Føroya.

Soleiðis sigur ísraelski journalisturin Omri Galperin, sum júst hevur givið út skaldsøguna “Oyggin við havsins enda”, sum gongur fyri seg í Føroyum.

Omri vitjaði fyrstu ferð í Føroyum fyri 15 árum síðani, og eftir sína fjórðu Føroyavitjan gjørdi hann og konan, Orit, av at flyta til Føroya. Í desember 2016 flutti parið saman við børnunum Vin og Tevel til Føroya, og tey vórðu verandi í tvey ár.

– Vit kendu okkum beinanvegin heima. Vit høvdu vinfólk úr Havn, sum hjálptu okkum við at fáa alt upp á pláss, sigur Omri, sum greiðir frá, at tey livdu sum ein vanlig føroysk familja, og hevði tað stóran týdning fyri tey, at tey gjørdust partur av føroyska samfelagnum og ikki bara livdu sum gestir í landinum.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Viksukifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder