Tey, sum hava hugt eftir væl umtóktu sjónvarpsrøðini "Friends" um tey seks vinfólkini, Rachel, Joey, Monica, Chandler, Phoebe og Ross minnast óivað seinasta part av 7. sesong, tá Monica og Chandler giftast.
Til brúdleypið varð ein akustisk útgáva av lagnum "Everlong" hjá amerikanska bólkinum, Foo Fighters spældur, men faktiskt var tað ætlanin, at eitt heilt annað lag skuldi spælast.
Í seinasta parti av "Toppen af Poppen" greiddi Teitur Lassen nevniliga frá, at lag hansara, "One and Only" næstan endaði við at verða brúkt í staðin.
Teitur hitti amerikanska sangskrivaran, Jeff Cohen á Spot-festivalinum í Aarhus, og tað var hann, sum sendi lagið til Warner Brothers, sum standa aftanfyri framleiðsluni av "Friends".
Stutt eftir fekk Teitur boð um, at lagið skuldi við í "Friends", men seinni varð boðað frá, at sáttmáli varð gjørdur um eitt annað lag.
Seinni varð "One and Only" valdur til filmin "Something's Gotta Give" við Jack Nicholson og Diane Keaton, men eisini hesu ferð varð lagið valt frá í síðstu løtu.
Tað var eisini einaferð ætlanin, at Norah Jones skuldi innspæla lagið, men heldur ikki hendan ætlanin bleiv til nakað.
Hóast Teitur var vónbrotin, so tók hann eisini hetta sum eitt tekin um, at tað nokk skuldi ganga hjá honum.
- Hetta var áðrenn eg veruliga hevði gjørt nakað, so lagið var eisini við til at geva mær eina vón um, at tað nokk skuldi ganga hjá mær, sigur hann í "Toppen af Poppen".
Tó eydnaðist tað seinni hjá Teiti at fáa lagið við í ein film, tí "One and Only" er nevniliga við í "My Super Ex-Girlfriend" frá 2006, har Uma Thurman spælir við.
Hóast tað í dag gongst sera væl hjá Teiti, er hann sannførdur um, at tað hevði gingið skjótari hjá honum at koma hartil, sum hann er í dag, um "One and Only" endaði við at blíva brúkt í einari so væl umtóktari røð sum "Friends", sigur hann við TV2.
Lagið "One and Only" finst á fyrstu útgávuni hjá Teiti, "Poetry & Aeroplanes" frá 2003, sum í skrivandi stund liggur sum nummar tvey á danska iTunes-hittlistanum. Í morgun lá útgávan ovast á listanum, og hevði Teitur heilar tríggjar útgávur í top 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald