Innanlands

Óneyðugt einnýtisplast fyri tingið í dag

Løgtingsfundur verður settur klokkan 11

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

(Tilvildarlig savnsmynd: EPA)

2020-02-06 11:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Uppskotið hjá javnaðartingkvinnuni Ingilín Didriksen Strøm um at banna óneyðugum einnýtisplasti kemur til viðgerðar í løgtinginum í dag.

Uppskotið er sett fram sum eitt uppskot til samtyktar, sum heitir á landsstýrið um at fyriskipa og leggja lógaruppskotið fyri tingið.

Tingkvinnan hevur tí ikki ásett hvørji sløg av plasti skulu bannast, men nevnir í viðmerkingunum borðbúnað, lok, súgvirør og vattpinnar sum dømi um óneyðugt einnýtsplast.

Løgtingið skal í dag eisini viðgera eitt annað andstøðuuppskot til samtyktar. Tað eru tinglimirnir í Tjóðveldi, sum leggja fram uppskot um at bera so í bandi, at lóggávan um alment innlit í fyrisitingina eisini verður galdandi fyri almenn partafeløg. 

Tingfundurin sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder