Higartil í ár hevur Saudiarabia avrættað fleiri enn 100 útlendingar.
Fyribils er talið fyri 2024 komið uppá 101. Seinasta avrættingin var leygardagin, tá ein maður úr Jemen varð avrættaður fyri at hava smuglað rúsevni inn í landið.
Sambært mannarættindafelagsskapinum ESOHR hevur Saudiarabia ongantíð áður avrættað so nógvar útlendingar í sama ári, skrivar Ritzau.
Talan er um nærum trífalt so nógvar útlendingar sum í 2022 og 2023. Bæði árini vórðu 34 útlendingar avrættaðir.
Mannarættindafelagsskapir hava ofta funnist at Saudiarabia fyri at nýta deyðarevsing.
Í fjør var Kina tað landið í heiminum, sum avrættaði flest fólk. Eftir Kina komu Iran og Saudiarabia, upplýsir Amnesty International.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald