
Um ein skal hyggja eftir onkrum positivum viðvíkjandi øllum koronutilburðunum, sum verða staðfestir, so er tað at alsamt fleiri gerast frísk aftur.
Metnógvir tilburðir vóru staðfestir í gjár, vísa tølini hjá landslæknanum. Heilir 111 tilburðir, sum er tað mesta vit hava skrásett í eitt samdøgur áður.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
4.233 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og 674 fólk eru sambært almennu tølunum í sóttarhaldi. Hetta talið er helst nakað hægri, tí landslæknastovnurin ikki hevur havt orku at verið í samband við øll tey nógvu, sum hava verið saman við seinni smittaðum.
Níggju fólk eru innløgd við koronu.
Men samstundis sum at 111 tilburðir eru staðfestir í dag, eru 94 fólk eisini staðfest frísk aftur, eftir at hava verið positiv við koronu.
Sostatt eru tað nú 773 fólk sum í løtuni eru positiv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald