Innanlands

Ongantíð fyrr hevur hugurin at vitja Kalsoynna verið so stórur

Í tíðarskeiðnum apríl – juni 2022 ferðaðust 22.928 ferðafólk til Kalsoynna – Tað er nærum 14 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2019

Kallurin (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Kallurin (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-07-10 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hugurin at vitja Kalsoynna hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tað sæst aftur á ferðafólkatalinum fyri Kalsoyarleiðina hjá Strandferðsluni.

Í apríl, mai og juni í ár ferðaðust tilsamans 22.928 fólk til Kalsoynna. Tað er nærum 14 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2019, sum fyrr var metár.

Kallurin norðast á Kalsoynni hevur í mong ár drigið ferðafólk at sær, og tá Kópakonan á helluni í Mikladali kom í 2014 øktist ferðafólkatalið líðandi meira enn eina helvt. Nú minnissteinurin um James Bond er komin, fer tað uttan iva at økja talið á ferðafólki enn meira, skrivar VisitKalsoy.

Tá hugt verður at ferðafólkatalinum á øðrum leiðum sæst, at hóast ferðafólkatalið á Kalsoynni hevur verið methøgt, er talið á ferðandi á Fugloyarleiðini og Mykinesleiðini enn ikki komið upp á sama støði sum áðrenn korona.[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder