Innanlands

Ongar ætlanir um móttøkuflokkar í Tórshavnar kommunu

Skúlarnir hava umrøtt spurningin á fundi við kommununa, við nógv tí størsta næmingatalinum í landinum. Seinnu árini er talið av næmingum úr øðrum londum, børn hjá tilflytarum, vaksið nógv

Støðan í Tórshavnar kommunu er broytt. Heini Gaard vísir júst á, at skúlarnir kunnu søkja Undirvísingarstýrið um tímar til føroyskt sum annaðmál (Mynd: skulabladid.fo)

Støðan í Tórshavnar kommunu er broytt. Heini Gaard vísir júst á, at skúlarnir kunnu søkja Undirvísingarstýrið um tímar til føroyskt sum annaðmál (Mynd: skulabladid.fo)

2025-01-23 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áleið 40 prosent av øllum skúlanæmingum í Føroyum eru í Tórshavnar kommunu. Kortini er ongin ítøkilig ætlan ætlan um at gera nýggjar móttøkuflokkar fyri børn, sum nýliga eru flutt til landið og ikki duga málið.

Hetta staðfestir Skúlablaðið, sum hevur tosað ið Heini Gaard, leiðara á Mentamáladeildini hjá Tórshavna kommunu.

Har er ein móttøkuflokkur í størsti kommununi í landinum. Talan er um móttøkuflokkin fyri flóttabørn úr Ukraina. Hesin heldur fram eftir sama leisti í Eysturskúlanum verður staðfest.

Skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava umrøtt spurningin um móttøkuflokkar á fundi við kommununa. Samstarv um undrvísing í føroyskum er á breddanum.

- Millum annað varð umrøtt, um skúlarnir skulu fara undir at samstarva um undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, men enn eru partarnir ikki komnir til nakra endaliga niðurstøðu. Freistin hjá skúlunum at søkja um tímar til føroyskt sum annaðmál er í februar í 2025, skrivar skulabladid.fo

Heini Gaard vísir júst á, at skúlarnir kunnu søkja Undirvísingarstýrið um tímar til føroyskt sum annaðmál.

Seinnu árini er talið av næmingum úr øðrum londum, børn hjá tilflytarum, vaksið sera nógv. Í fleiri ár hevur Tórshavnar kommuna styðjað upp undir undirvísingina í føroyskum sum annaðmál, sum Tórshavnar kvøldskúli hevur staðið fyri. Millum annað hevur verið skipað fyri undirvísing í sokallaðum móttøkuflokkum. Men nú Tórshavnar kvøldskúli hevur slept allari undirvísing í føroyskum sum annaðmál, er málsøkið flutt til Undirvísingarstýrið at umsita.

Sambært fólkaskúlalógini og kunngerðini um føroyskt sum annaðmál er tað kommunan, sum saman við skúlunum skal taka stig til móttøkuflokkar.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder