Uttanlands

Ongar avmarkingar í New Zealandi

Tveir mánaðir uttan nýggjar koronatilburðir til fyri stuttum

Jacinda Ardern, forsætisráðkvinna í New Zealandi (Savnsmynd: EPA)

Jacinda Ardern, forsætisráðkvinna í New Zealandi (Savnsmynd: EPA)

2021-02-01 17:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum eitt av teimum fáu londunum í heiminum, hevur New Zealand klárað seg so væl gjøgnum koronakreppuna, at koronatilbúgvingin nú er sett niður á lægsta støði.

Hette merkir, at í New Zealandi kunnu haldast konsertir við fleiri túsund áhoyrarum uttan krav um frástøðu.

Hetta hendi eftir at landið ikki hevði staðfest nakran nýggjan tilburð í tveir mánaðir.

Landafrøðiliga hevur New Zealand ein fyrimun, og ein onnur orsøk eri góðu støðuna er eisini, at flogferðsla úr øllum londum uttan úr grannalandinum Avstralia og nøkrum fáum kyrrahavstjóðum hevur verið støðgað.

Musikkfestivalar avlýsa
Hóast tað framvegis verður heitt á fólk um at vaska hendur oftani, hava skil á hvørjum tey eru saman við og annars halda frástøðu til fólk, tey ikki kenna, so hava ongar avmarkingar verið síðan á nýggjárinum fyri hvussu nógv kunnu vera saman til veitslur, ítróttatiltøk, konsertir o.s.fr.

Í Evropa og USA er nógv øðrvísi, og nú verða fleiri av summarsins festivalum avlýstir. Seinast hevur amerikanski festivalurin, Coachella boðað frá, at ongin festivalur verður ár heldur, og sama er galdandi fyri spanska Primavera og bretska Glastonbury, skrivar dr.dk.

Nýgg frábrigdi staðfest
Heilt uttan vanda er New Zealand tó ikki, tí herfyri vórðu tveir tilburðir av suðurafrikanska frábrigdinum staðfest í landinum. Tað var fyrsta ferðin í tveir mánaðir, at nýggir tilburðir vórðu staðfestir í landinum. Tilburðirnir fekk grannalandið til at seta bann móti innferð úr New Zealandi í 72 tímar.

Eisini í Avstralia eru tey sloppin væl, serliga í vestara parti av landinum.

Til fyri fáum døgum síðani høvdu tey ikki upplivað nakran tilburð í stórbýnum Perth í 10 mánaðir.

Men sunnudagin máttu tey seta nýggj tiltøk í verka aftur eftir at ein persónur varð staðfestur við tí sera smittandi bretska frábrigdinum av koronasmittuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder