Svenski fólkaskúlin skal verða heilt fartelefonfríur, eru Sverigesdemokraterna og svenska stjórnin vorðin samd um.
Hetta merkir, fartelefonir skulu savnast inn um morgunin og setast á "telefonhotell" um dagin.
– Tað stendur nú greitt, at tað natúrliga er ikki at hava fartelefonir í 1. - 9. flokki í skúlanum, og heldur ikki í fríkorterunum, sigur Johan Pehrson, virkandi formaður fyri Liberalerna.
Heldur skal innlæring og tilognan av vitan økjast í svenskum skúlum, og tiltøkini hjá stjórnini kunnu hava við sær, at mentanin verður broytt, sigur hann.
Sambært Pehrson skulu næmingar í skúlastovuni savna seg um undirvísingina, og í fríkorterinum skulu tey helst røra seg heldur enn at stara niður á ein skíggja - og tosa við sínar skúlafelagar heldur enn at vera á sosialu miðlunum.
– Vit skulu savna okkum um tað veruliga lívið, og tað er tað, skúlin er til, sigur hann.
Í fjør broytti Svøríki skúlalógina, so fartelefonir sum útgangsstøði bert kundu brúkast í undirvísingini eftir áheitan frá lærarum, og ætlanin er, at skúlastjórar framvegis skulu kunna taka avgerð um einstøk undantøk í nýggju lógini.
Nýggja fartelefonforboðið skal setast í gildi skjótast gjørligt, men helst fer tað at taka umleið eitt ár ella longur at gera eitt lógaruppskot, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald