
Í núverandi løtu eru tó ongar ítøkiligar ætlanir við havnini á Gomlurætt, men málið verður tikið upp politiskt, tá tunnilin er komin longur ávegis, sigur Jørgen Niclasen svari til grein 52 spurning frá Heðini Mortensen.
- Í løtuni verður ein stórur partur av havnini á Gomlurætt nýttur í sambandi við gerð av Sandoyartunlinum. Harumframt verður havnin nýtt til parkering í sambandi við farleiðirnar hjá Strandfaraskip Landsins til Hest/Koltur/Skopun. Eisini verður havnin nýtt til ferðavinnu hjá Rib62 og til sjó flutning av fiskialing hjá Luna, skrivar Jørgen Niclasen í svarinum.
Tá Sandoyartunnilin opnar verður brúk fyri havnini til nevnda virksemi. Væntandi verður áhugin størri fyri havnini tá Sandoyartunnilin er komin longur, tí nógvir møguleikar eru á økinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald