Innanlands

Ongar kanningartíðir á meginøkinum

Bert í Suðuroy, at møguleiki er at fáa tíð at kanna seg fyri korona í løtuni

2021-05-25 10:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at koronasmittan er blómað uppaftur í eini nýggjari bylgju, er trýst á ókeypis almennu skipanina eftir at lata seg kanna fyri korona.

Men í løtuni er tað bert fólk í Suðuroy, sum hava møguleika at bíleggja sær eina tíð til at verða kannað.

Á skipanini hjá sjúkrahúsverkinum fáa fólk, ið vilja lata seg kanna í Tórshavn, Klaksvík og Sandoy boð um, at ongin tíð er tøk í løtuni.

Hinvegin er gott pláss at lata seg kanna í Suðuroy, har kannað verður í morgin og fríggjadagin.

Eisini eru nakrar fáa tíðir tøkar seinnapartin í dag í Nólsoy, sambært skipanini.

Til ber tó at fáa koronakanning framda hjá felagnum Thetis og rinda fyri kostnaðin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder