Innanlands

Ongar politiskar samráðingar við russar nú

Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur í dag fingið svar frá uttanlandsnevndini, men løgmaður sigur, at tað ikki vera samráðingar við russar nú

Bárður á Steig Nielsen skrivaði út val seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen skrivaði út val seinnapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-09 18:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað vildi ikki verið smart frá landsstýrisins síðu, um landsstýrið fór til samráðingar við russar um nýggja fiskiveiðiavtalu nú.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, virkandi løgmaður, nú nýval er útskrivað og alt politiskt virksemi harvið liggur stilt, til nýtt landsstýri er skipað.

Í samrøðu, sum Portalurin hevði við løgmann fyrr í dag, varð komið inn á hvat landsstýrið kann og ikki kann gera, sum støðan er nú landsstýrið virkar sum eitt forrætningslandsstýri.

Løgmaður sigur, at spurningurin um fiskiveiðiavtaluna við russar er eitt av teimum málum, sum hann vildi ynskt vóru avgreidd áðrenn valið varð útskrivað, men so varð ikki.

Men uttanlandsnevndin hevur havt spurningin til viðgerðar, og hevur í dag sent Árna Skaale, landsstýrismanni við fiskivinnumálum, sítt tilmæli. Sjálvur vil Árni Skaale ikki siga nakað um, hvat hann ger við russlandssáttmálan í núverandi støðu.

Men løgmaður sigur, at avgerðin at skriva val út merkir, at tað ikki verður nøkur “politisk samráðing” við russar.

Sí samrøðuna við løgmann her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder