2021-06-03 07:10
Ongin ansing verður í landsins vøggustovum í dag.
Føroya Pedagogfelagið boðaði mánadagin frá 24 tíma verkfalli, galdandi fyri allar vøggustovur.
Orsøkin til hetta stigið er, at arbeiðsgevaraparturin, tað er Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Kaf, og Fíggjármálaráðið, mánadagin havnaði uppskotið hjá Pedagogfelagnum til eina semju.
Ynskini hjá Pedagogunum liggja alt ov langt frá ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum, boðaði KAF frá.
Síðan hevur, sum skilst, ikki verið samband millum partarnar.
Pedagogfelagið hevur eisini lýst 24 verkfall í morgin. Tá er tað Eind 9 í Almannaverkinum, sum verður rakt. Verkfallið er galdandi frá klokkan 7 fríggjamorgunin til klokkan 7 leygarmorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald