2020-11-25 17:07
Undan jólum hevur á hvørjum jólum verið hildin ein serstøk konsert í gomlu Magnusarkirkjuni í Kirkjubø við Bach tónleiki uttan brúk av ravmagni yvirhøvur. “Bach í kertuljósi” hava hesar konsertirnar verið róptar.
Men orsaka av koronastøðuni, er avgerð nú tikin um ikki at hava “Bach í kertuljósi” í ár.
Batnar koronastøðan, er ætlanin í staðin at hava eina forkunnuga várkonsert í Kirkjubø um páskirnar, upplýsir Johan Mortensen, stigtakari, vegna fyrireikararnar.
Johan Mortensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald