Mentan

Ongin countryfestivalur í ár

Tey, ið hava keypa atgongumerki kunnu brúka tað næsta ár ístaðin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-30 19:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ongin country- og bluesfestivalur í Sørvági í ár.

Eftir at landsstýrið í gjár hevði boðað frá, at eingin festivalur skuldi haldast í juli og august, gjørdi leiðslan fyri Sørvágs Country og Bluesfestival av at avlýsa tiltakið í ár.

Festivalurin skuldi annars verið hildin um 14 dagar og varð síðan útsettur til fyrst í juli, tá frámælt var at halda størri tiltøk í mai og juni.

Allan Samuelsen sigur við hvat.fo, at tey, ið hava ognað sær atgongumerki til festivalin kunnu brúka hann næsta ár.

Tey, ið ynskja pengarnar aftur, verða at bíða til landsstýrið er komið út við, hvussu fyriskiparar av mentanartiltøkum fáa endurgjald fyri mistar útreiðslur sambært hjálparpakka 3, sum væntandi verður lagdur fyri løgtingið í komandi viku.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder