2026-07-22 15:47
Ongin ferðsla er gjøgnum Leirvíkstunnilin í løtuni. Enn er óvist nær tunnilin letur upp aftur, men sambært vaktleiðaranum á politistøðini, so verður ikki roknað við, at tað verður so leingi.
Orsøkin til at valt var at steingja tunnilin var, at ein bilur lastaður við sementi, sum koyrdi gjøgnum tunnilin um eitt tíðina, misti nakað av tilfari á koyribreytina.
Fyrst var roynt av sópa tilfarið upp aftur. Men tað nyttaði lítið, og tilfarið gjørdist so ringt, at valt var at steingja tunnilin og senda boð eftir einum spulivogni fyri at reinsa koyribreytina.
Rættiliga nógvir bilar standa í løtuni báðumegin og bíða eftir at sleppa ígjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald