Mentan

Ongin føroysk bók tilnevnd til heiðursløn

Í dag vóru tey tilnevndu til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins kunngjørd – einki føroyskt navn er á listanum

Auður Ava Ólafsdóttir úr Íslandi fekk bókmentavirðislønina í fjør (Mynd: Johannes Jansson / norden.org)

Auður Ava Ólafsdóttir úr Íslandi fekk bókmentavirðislønina í fjør (Mynd: Johannes Jansson / norden.org)

2019-02-21 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ongin føroyingur er á listanum yvir bøkur – skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingasøvn – sum eru tilnevnd at finna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Í dag varð listin kunngjørdur. 13 nøvn eru innstillað. Tvey úr hvørjum av teimum stóru limalondunum, sum vant, og so eitt úr Grønlandi, eitt úr Álandi og eitt úr samiska máløkinum. Men einki úr Føroyum.

Okkum er ikki eydnast at fáa staðfest hví so er, men føroyska innstillingarnevndin hevur møguleika fyri at lata vera við at innstilla, um so er, at tað ikki verður mett, at nakað bókaverk hevur støði til at koma upp á tal sum vinnari av mætu virðislønini.

Tey tilnevndu í ár eru:

Úr Danmark: Jonas Eika fyri stuttsøgusavnin Efter Solen og Helle Helle fyri skaldsøguna De

Úr Finnlandi Marianna Kurtto fyri skaldsøguna Tristania og Lars Sund fyri skaldsøguna Där musiken började

Grønland: Pivinnguaq Mørch fyri stuttsøgu- og yrkingasavnið Arpaatit qaqortut

Ísland: Kristín Eiríksdóttir fyri skaldsøguna Elín, ymislegt og Kristín Ómarsdóttir fyri yrkingasavnið Kóngulær í sýningargluggum

Noreg: Eldrid Lunden fyri yrkingasavnið Det er berre eit spørsmål og Jan Grue fyri sjálvævissøguna Jeg lever et liv som ligner deres.

Samiska økið: Inga Ravna Eira fyri yrkingasavnið Ii dát leat dat eana

Svøríki: Isabella Nilsson fyri yrkingasavnið Nonsensprinsessans dagbog og Sami Said fyri skaldsøguna Människan är den vackraste staden.

Áland: Liselott Willén fyri skaldsøguna Det finns inga monster.

Virðislønin verður handað í Stockholm í heyst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder