Størstu svensku filmsvirðislønirnar, Guldbaggen, vórðu býttar út í Stockholm í gjárkvøldið.
Eitt føroyskt navn var millum tey tilnevndu til henda prísin, nevniliga Vígdis Hentze Björck, sum var innstillað fyri sín høvuðsleiklut í svenska filminum ”Fågelfångarens Son” hjá Richard Hobert, upptikin í Føroyum.
Fýra kvinnur vóru innstillaðar til henda heiður. Umframt Vígdis vóru tað Pernilla August fyri sín leiklut í ”Britt-Marie var här”, Sanna Sundqvist í ”Ring Mamma!” og Emilie Garbers í ”Aniara”.
Síðstnevnda var tann, ið varð rópt upp, tá heiðurslønin fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut skuldi latast.
Guldbaggen fyri besta film fekk ”And then we Danced” hjá svensk-georgiska filmsleikstjóranum Levan Akin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald