2021-01-01 13:52

Ongin smittaður var funnin í teimum 506 koronakanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, upplýsir landslæknin.
Nú er talið av koronakanningum í Føroyum næstan komið upp á 200.000 – neyvt 199.671.
Nøkur smittað eru vorðin frísk aftur, so nú er talið av smittaðum 59 persónar.
Ein persónur er framvegis innlagdur á sjúkrahúsi orsaka av koronasmittuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald