2021-01-21 09:50

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, mikudagin 20. januar. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
491 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og samlaða talið av gjørdum kanningum er nú sostatt komið upp á 217.211.
Tilsamans hava nú 652 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Sjey persónar eru smittaðir í løtuni, ongin teirra er innlagdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald