Uttanlands

Ongin nýggjur smittutilburður í Wuhan

Kina hevur fingið tamarhald á støðuni - nú eru tað bert útlendskir borgarar, sum fáa koronasmittuna

Vanliga lívið er byrjað aftur í Kina, men tað er framvegis krav, at øll verja andaleiðina (Mynd: EPA)

Vanliga lívið er byrjað aftur í Kina, men tað er framvegis krav, at øll verja andaleiðina (Mynd: EPA)

2020-03-19 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri fyrstu ferð síðan koronasmittan byrjaði, er talið á smittaðum fólkum í kinesiska milliónabýnum Wuhan fyri seinasta samdøgrið sett til null.

Tað var í Wuhan at smittan varð staðfest á fyrsta sinni.

Tað boðaði heilsumyndugleikin í Kina frá hósmorgunin, kinesiska tíð.

Hetta var eisini fyrstu ferð, at alt Kina ongan nýggjan smittutilburð hevði millum fólkið við føstum bústaði í landinum. 34 persónar vórðu skrásettir at vera smittaðir seinasta samdøgrið, men talan var í øllum førum í fólk, sum ikki búgva í Kina, skrivar Reuters.

Sostatt komu loksins jalig tíðindi um koronavirusið úr Kina. Higartil hava 3.245 meginlands-kinesarar latið lív orsaka av koronasmittuni. Nógv flest í Hubei-landslutinum, har býurin Wuhan liggur.

Átta fólk vórðu skrásett at hava latið lív orsaka av korona hetta seinasta samdøgrið.

Tilsamans eru skrásettir 80.928 smittutilburðir í Kina, harav yvir 70.000 eru blivin røsk aftur, skrivar Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder