2021-06-15 09:56
Talið av koronasmittaðum í Føroyum er nú 28.
Eftir at ein smittutilburður varð funnin sunnudagin hækkaði talið av smittaðum til 29 í gjár, men nú er staðfest, at ongin av teimum 861 kanningunum, sum vórðu gjørdar var positiv, og tá ein persónur eisini varð frískmeldaður, er talið av smittaðum nú aftur 28.
Tilsamans eru nú gjørdar 294.170 koronakanningar í Føroyum.
Í gjár vóru eisini 341 koppsetingar gjørdar. 201 fólk fingu fyrra prikið og 140 fólk fingu seinna prikið.
Sosstatt hava nú 48,2 prosent av fólkinum fingið fyrra prikið, meðan 27,5 prosent eru liðugt koppssett.
Tilsamans 40.331 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald