2024-03-18 14:41
Ongin var inni, tá eldur kyknaði í køkinum á Pizza No1 í Vágsbotni um døgurðatíð í dag. Men tíbetur var eldurin skjótt uppdagaður, og sløkkiliðið skjótt á staðnum.
Og eftir at sløkkiliðsfólkini høvdu skaffa sær atgongd til staðið gekk tað skjótt at sløkkja eldin.
Løgreglan sigur í dag, at tey ikki vita hví eldurin uppstóð. Men tað er greitt, at hann kyknaði í køkinum, og løgreglan fer í næstum at kanna umstøðurnar nærri.
Sambært løgregluni er onkur smávegis roykskaði hendur á hæddunum omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald