Innanlands

Ongin vitjan á eldrarøktini fyribils

Borgarstjórin í Havn mælir foreldrum til at halda børnunum heima fyribils

Eyðun Christiansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðun Christiansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-05 17:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Avgerð er í dag tikin um, at støðga fyri allari vitjan á røktarheimum og sambýlum fyribils. Tað upplýsti Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, fyri Kringvarpinum í dag.

Leiðslurnar fyri eldraøkini hava verið savnaðar í dag at viðgera støðuna, og har var tikin avgerð um at stongja eldrarøktina fyri vitjandi, fyribils í 14 dagar.

- Enn hava vit ikki fult yvirlit á støðuni, men okkurt bendir á, at støðan nú er eins hættislig, og hon var, tá alt var stongt niður, segði Eyðun Christiansen.

Sambært stjóranum í Kommunufelagnum, er støða ikki tikin til hvussu gjørt verður við dagrøktina av børnum, sum nú fer at lata uppaftur eftir summarfrítíðina.

Men Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, mælir foreldrum til at halda børnunum heima.

Endalig avgerð er ikki tikin fyri dagstovnaøkið, segði Annika Olsen fyri Kringvarpið, men fyri at binda um heilan fingur ljóðar áheitanin frá borgarstjóranum at halda børnini heima í dag og fríggjadagin. 

[object Object]
Annika Olsen, borgarstjóri (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder