Ferðafólk úr Avstralia, USA, Kina, Maleisia og Bretlandi eru millum tey særdu og saknaðu eftir eldgosið á White Island í Ný Sælandi í gjár.
Tað boðar landsins fosætisráðharri, Jacinda Ardern, frá ídag.
Fimm fólk eru váttað deyð, meðan átta eru saknað.
Jacinda Ardern lýsti sína ’óskiljandi sorg’ og segði, at tað ikki eru vónirum at finna fleiri fólk á lívi á oynni.
- Vit miðsavna okkum nú um at bjargingararbeiðið kann loysast so trygt sum gjørligt, segði hon á tíðindafundi.
Umframt fimm deyð og átta saknað eru 31 fólk innløgd á sjúkrahús við brunasárum. Onkur teirra hevur brunasár á yvir 90 prosentum av kroppinum og er í lívsvanda, upplýsir løgreglan fyri blaðnum New Zealand Herland.
Bjargingarlið hava leitað á oynni við flogførum og tyrlum, men hava ikki funnið tekin um lív.
New Zealand Herald veit at siga, at ein av teimum deyðu er ein royndur ferðaleiðari, sum hevur gjørt nógvar túrar út á White Island.
Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison, hevur upplýst, at 24 ferðafólk úr Avstralia vóru á oynni, tá tað goysti.
Ferðafólk sóðust ganga niðri í gosopinum beina áðrenn tað goysti. Tað eydnaðist at bjarga 23 fólkum av oynni eftir at tað var byrja at goysa seinnapartin í gjár, lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald