Innanlands

Ongir trupulleikar av skotskum áskoðarum

130 Motherwell-áskoðarar á Tórsvølli í gjárkvøldið

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-31 07:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði eina lætta vakt í gjárkvøldið og í nátt, ljóðar frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini í morgun.

Eyka fólk var innkallað í sambandið við altjóða dystin á Tórsvølli millum HB og Motherwell úr Skotlandi. Um 1.350 fólk vóru til dystin, harav vóru um 130 áskoðarar frá skotska útiliðnum.

Men ongar avbjóðingar stóðu av skotsku gestunum. Úrsitið – 3-0 til Motherwell – var kanska viðvirkandi til, at alt gekk friðarliga fyri seg í býnum eftir dystin. 

Sí eisini: Myndir: Motherwell ov stórur biti hjá HB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder