Uttanlands

Ongland: Deyðstølini hækka – og tað skyldast ikki covid

Professari mælir til at seta fólk at granska tølini nærri - kann vera at heilsuverkið hevur verið so strongt av covid-19, at tað ikki hevur gjørt arbeiði sítt til lítar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-18 12:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsumyndugleikarnir í Bretlandi rópa nú varskó, nú tað vísir seg, at vera ein stórur hagtalsligur vøkstur í deyðatalinum, og hetta er ikki orsaka av covid-19.

National Health Service, NHS, vísir á, at ensku líkhúsini hava verið á tremur hesa seinastu tíðina við deyðum, sum onki hava við covid at gera.

Hagtøl vísa, at seinastu fýra mánaðirnir eru 20.823 fleiri fólk deyð í Onglandi og Wales, enn vanligt. Men bert 11.531 av hesum skyldast covid. Hetta merkir, at áleið 45 prosent av deyðstilburðunum hava aðrar orsøkir.

Serfrøðingar mæla til, at kanningar verða settar í verk, hvat hetta kann skyldast, skrivar blaðið Daily Express.

Carl Henegan, professari á universitetinum í Oxford, vísir á, at deyðstilburðirnir skyldast allar møguligar ymsar sjúkur, eitt nú hjartasjúkur, skorpnilivur og sukursjúku. Neyðugt er at kanna, um talan er um natúrlig fyribrigdi, ella um heilsuverkið hevði kunnað forðað fyri, at hesir tilburðir endaðu við at sjúklingarnir doyðu.

Við blaðið Telegraph hevur proffessarin sagt, at hetta kann vera eitt úrslit av, at sjúkrarøktin ikki hevur gjørt sítt arbeiði til lítar, nú alt fokus hevur verið á korona.

Í vikuni, sum endaði 5. november, vísa hagtølini, at tað vóru 1.659 fleiri deyðstilburðir, enn tað vanliga hevur verið hesa somu tíðina á árinum. Av hesum høvdu teir 700 tilburðirnir onki við covid at gera.

Talið av fólkum, ið eru deyð heima er eisini økt munandi hesa seinastu tíðina. Vøksturin var 40,9 prosent í mun til miðal hesi seinastu fimm árini.

Ensku hagtølini vísa, at tað nú í 18 vikur á rað hava verið munandi fleiri deyðstilburðir enn miðal hesi seinastu árini, og at ein stórur partur av hesum “yvirskoti” av deyðum ikki kunnu setast í samband við covid-19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder