Flestu okkara hava helst roynt hetta: Tú nærkast kassanum í matvøruhandlinum og fær eyga á hillarnar við góðgæti, og tú verður freistaður til at leggja okkurt søtt niður í innkeypskurvina, hóast tað ikki stóð á innkeypslistanum.
Men hesum kanst tú nú sleppa undan í Onglandi. Har er tað nevniliga frá í dag ikki longur loyvt at hava vørur, sum hava høgt innihald av feitti, salti ella sukri nær við kassan ella inngongina í matvøruhandlum.
Tað boðar bretska heilsumálaráðið frá.
Sambært DR var tað eisini ætlanin, at eitt forboð skuldi setast í gildi um at banna serlig tilboð uppá junkfood, men hetta verður ikki fyrr enn í oktober næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald