Ein kvinna, sum hevur latið 3 ára gomlu dóttir sína umskera, er sum tan fyrsta nakrantíð í Onglandi, dømd fyri gerðina.
Tað skrivar The Independent á heimasíðuna.
Mamman, hvørs navn er dulnevnt, fekk dóttir sína skorna í heimi sínum í London, fyri síðan at ringja til alarmsentralin, av tí, at gentan bløddi illa.
Starvsfólk á sjúkrahúsinum boðaðu løgregluni frá hendingini, tí at tey trúðu ikki uppáhaldinum hjá kvinnuni um, at dóttirin var dottin av køksborðinum á eina skápshurð.
Kvinnan kann fáa upp í 14 ára fongsulsrevsing.
Hetta er fyrstu ferð, nakar er dømdur fyri kynsskamfíling, síðan tað varð vorðið kriminaliserað í Onglandi í 1985.
Les meira HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald