Uttanlands

Ongland letur uppaftur um tvær vikur

Í dag fer Boris Johnson, forsætisráðharri at greiða frá ætlanini um at lata samfelagið uppaftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-05 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson at hava tíðindafund, har hann fer at greiða frá ætlanini um at lata eingilska samfelagið uppaftur um tvær vikur, 19. juli.

19. juli væntast næstan øll smittufyribyrgjandi tiltøkini at verða strikaði. Upprunaliga skuldi samfelagið lata uppaftur 21. juni, men orsakað av serliga smittandi Delta-frábrigdinum, gjørdi Boris Johnson av at útseta upplatingina í fýra vikur.

Frábrigdið, sum fyrst varð funnið í India í fjør, er nú orsøkin til næstan allar tilburðir í Onglandi, og tí varð avgjørt at bíða nakrar vikur afturat, so heilsuverkið fekk koppsett fleiri borgarar fyri koronu.

Í løtuni sleppa dansistøð ikki at hava opið, og áskoðaratalið er avmarkað í sambandi við eitt nú fótbóltsdystir. Eisini er krav um at brúka munnbind á almennum støðum, men tá latið verður upp 19. juli verður hetta ikki longur galdandi.

Boris Johnson undirstrikar, at farsóttin ikki er yvirstaðin, og at talið á smittutilburðum fer at økjast komandi vikurnar, men vit fara at byrja at læra at liva við virusinum, sigur hann.

Stórabretland hevur skrásett fleiri enn 4,9 mió. smittutilburðir og 128.000 andlát, og er Russland einasta evropeiska landið, sum hevur skrásett fleiri andlát í sambandi við koronu.

Men tað hevur eisini gingið væl at koppseta í Stórabretlandi. Sambært Ritzau eru uml. 64 prosent av vaksnu borgarunum liðugt koppsettir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder