Løgreglan í London leitar í løtuni eftir mammuni at einari lítlari gentu. Gentan varð funnin hósdagin í einari viðarlund í Newham eystanfyri London í ísakøldum veðri.
Tað var ein mamma og ein sonur, sum funnu lítlu gentuna, sum bert var ballað inn í eitt teppi og ein innkeypsposa.
- Klokkan var 10 um kvøldið, og mamma mín gekk túr við hundinum, og brádliga hoyrdi hon eitt ljóð koma frá einum posa. Hon ringdi til mín, tí hon var ov bangin til at fara nærri. Tá eg kom á staðið, fann eg bara eitt pinkubarn í posanum, og vit ringdu eftir sjúkrabili og løgreglu, sigur sonurin við The Guardian.
Sambært mammuni, sá tað út til, at lítla gentan hevði verið úti í kuldanum í einar 20 minuttir, tá tey komu fram á hana.
Lítla gentan varð koyrd á sjúkrahúsið, og sambært løgregluni var hon uttanfyri lívsvanda fríggjamorgunin.
Løgreglan sigur eisini, at tey óttast fyri heilsuni hjá mammuni og royna tí at leita eftir henni. Tey heita á mammuna um at seta seg í samband við løgregluna ella nærmasta sjúkrahúsið, so tey kunnu tryggja sær, at hon hevur tað gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald