Uttanlands

Ongland skal lata aftur í fýra vikur: Nigel Farage vil forða fyri umfatandi afturlatingum

Ongland skal lata aftur í fýra vikur fyri at minka um smittuspjaðingina, og brexitflokkurin verður nú endurstovnaður til Reform UK, sum hevur til endamáls at forða fyri umfatandi afturlatingum

Nigel Farage, leiðari av brexitflokkinum, sum nú fer at eita Reform UK (Savnsmynd)

Nigel Farage, leiðari av brexitflokkinum, sum nú fer at eita Reform UK (Savnsmynd)

2020-11-02 08:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski politikarin og brexitforprákarin, Nigel Farage, sum var við til at stovna Brexitflokkin, fer at endurstovna flokkin í eini roynd at stríðast ímóti afturlatingartiltøkunum hjá bretsku stjórnini. Tað sigur hann í skrivi í sunnudagsútgávuni av blaðnum The Telegraph.

Nýggi flokkurin skal eita Reform UK, skrivar Ritzau.

– Navnið endurspeglar endamálið hjá flokkinum: at umskapa UK (Stórabretland, red.)

Høvðsendamálið hjá flokkinum verður í fyrsta umfari at forða fyri umfatandi afturlatingum. Bert tey mest sárbæru í samfelagnum skulu verjast. Restin av fólkinum skal tó verjast móti covid-19 gjøgnum sonevndum floksimmuniteti.

Hesi boðini frá Nigel Farage koma stutt eftir, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson boðaði frá umfatandi tiltøkum fyri at forða covid-19 í at spjaða seg.

Tað var leygardagin, at Boris Johnson boðaði frá, at Ongland fer at lata aftur í fýra vikur frá hósdegnum 5. november.

Hetta merkir m.a., at barrir, matstovur og handlar, sum ikki selja alneyðugar vørur, skulu lata aftur. Eingilsmenn skulu bert fara heimanifrá, um tey hava eina serliga orsøk, t.d. tá tey skulu til læknan, til handils, taka sær av familjulimum ella tá tey noyðast til arbeiðis.

Tey, sum kunnu, skulu helst arbeiða heima, men arbeiðspláss kunnu hava opið, um hetta ikki er møguligt hjá starvsfólkunum.

Afturlatingin verður galdandi í fýra vikur – til 2. desember.

Orsøkin til nýggju tiltøkini er, at talið á smittaðum í Onglandi seinastu tíðina er økt munandi.

– Eingin ábyrgdarfullur forsætisráðharri kann ignorera tað, sum liggur í tølunum, segði Boris Johnson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder