Innanlands

Onki asfalt enn – men neyðugt er at skifta bilverjuna út

Farið verður eisini at bøta um lendingina í Hattarvík, um játtan verður tøk, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður

Kirkja (Savnsmynd)

Kirkja (Savnsmynd)

2022-08-23 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vegurin millum Hattarvík og Kirkju verður ikki asfalteraður enn, men rulluportrini og bilverjan eru vánalig og treingja til ábøtur.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, í skrivligum svari til Beintu Løwe, sum setti landsstýrismanninum spurningar um asfaltering og aðrar ábøtur á vegir og lendingar í Fugloy.

Sambært landsstýrismanninum er ikki neyðugt at asfaltera vegin.

Uni Rasmussen kemur ikki inn á nær farið verður undir arbeiðið, ið hann metir at vera meira neyðugt, nevniliga at bøta um rulliportrini og skifta bilaverjuna út.

“Neyðugt er at raðfesta hesi arbeiði fremri”, ljóðar orðingin í svarinum.

Løgtingskvinnan spurdi eisini um hvørjar ætlanir eru um umælingar av lendingunum í Hattarvík og Kirkju.

Landsstýrismaðurin vísir á, at atløguviðurskiftini á Kirkju eru batnað munandi við teimum umvælingum, sum vórðu gjørdar í fjør.

Hann lovar eisini at fara undir at betra um lendingina í Hattarvík, “um játtan verður tøk”.

Í fyrsta umfari snýr tað seg tó um at tryggjað lendið oman fyri lendingina, soleiðis at tað ikki ríður oman, skrivar landsstýrismaðurin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder