Tekniskir trupulleikarnir á tveimum av verjuskipunum í Knud Rasmussen-klassanum hjá donsku sjóverjuni í Grønlandi høvdu við sær, at bæði skipini løgduskt óvirkin við bryggju í Nuuk fyrr í mánaðinum. Av hesi ársøk noyddist Arktisk Kommando at flyta Hvidbjørnen til Grønlands. Verjuskipið røkir nakrar av uppgávunum, ið Knud Rasmussen-skipini vanliga røkja.
Í hesum sambandi vildi Sjúrður Skaale ítøkiliga hava at vita, um verjumálaráðharrin heldur tað vera nóg trygt, at ongin skip hjá donsku sjóverjuni eru tøk kring Føroyar í løtuni. Harumframt spurdi fólkatingsmaðurin, um verjumálaráðharrin hevur álit á, at danska verjan røkir uppgávur sínar til fulnar í norðuratlantshavinum, og um ætlanir eru at byggja fleiri verjuskip.
Troels Lund Poulsen upplýsir nú í svari til fólkatingsmannin, at tiltøk í løtuni verða sett í verk fyri at bøta um støðuna við Føroyar, og roknast kann við, at eitt Thetis-skip kemur at røkja uppgávurnar kring Føroyar. Í fyrstu atløgu metir verjumálaráðharrin, at ein fregat í Iver Huitfeldt-klassanum verður til staðar kring Føroyar um miðjan mars.
Verjumálaráðharrin sigur tað vera ónøktandi og avbjóðandi, at fleiri skip hjá Arktisk Kommando hava tekniskar trupuleikar í løtuni. Hann sigur seg tó hava grundleggjandi álit á, at danska verjan røkir uppgávur sínar í norðuratlantshavinum, og vísir á, at verjan hevur fleiri aðrar møguleikar ið kunnu setast inn eftir tørvi.
Verjumálaráðharrin fær ikki vátta, at sjóverjan hevur ætlanir um at byggja fleiri fregattir. Hann upplýsir, at semja er um at seta kanningar í verk fyri at lýsa tørvin á økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald