Hvørki manning ella ferðafólk umborð á marglætis ferðafólkaskipinum SeaDream 1 hevði korona. Tað er nú staðfest eftir at øll umborð eru kannað.
Skipið varð kallað í havn í Bodø fyri at verða kannað, eftir at tað vísti seg, at eitt ferðafólk úr Danmark fekk staðfest koronasmittu eftir heimkomu til Keypmannahavnar.
Norska skipafelagið SeaDream Yacht Club siglir í summar við tveimum av skipum sínum fram við norsku strendurnar.
Sunnudagin varð SeaDream 1 kallað í havn tá tað vísti seg, at eitt av ferðafólkunum hevði eina positiva kannina í floghavnini í Kastrup. Kanningin á 86 og tey 74 ferðafólkini vórðu kannað, men í gjárkvøldið varð greitt, at smittan var ikki umborð.
Eftir at koronasmitta varð staðfest umborð á Roald Amundsen hjá Hurtigruten, hava norsku myndugleikarnir sett strong krøv í verk fyri cruiseskip, og hetta rakar eisini skipini hjá SeaDream í 14 dagar.
SeaDream 1 hevur siglt 12 daga túrar millum Oslo og Tromso, meðan systirskipið SeaDream2 hevur siglt sjey daga túrar millum Oslo og Bergen. Skipini hava 56 dupultkømur umborð, og sostatt er ferafólkakapasiteturin beint oman fyri 100 fólk.
Talan er um luksus-ferðir. Hvør náttin á hesi ferðini kostar frá 3.500 norskum krónum og uppeftir, skilst.
Allir túrar verða sigldir umveigis Skaten, og sostatt er talan um altjóða sigling. Ferjur í altjóða innanlandssigling eru annars ikki raktar av nýggju krøvunum hjá norsku sjóverjumyndugleikunum.
Atle Brynestad eigur Seadream Yacht Club, skrivar standby.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald