2026-07-18 09:15
Higartil hevur verið friðarligt á ársins G! festivali. Í gjárkvøldið og í nátt vóru rættiliga nógv fólk í Gøtu, men tað spældi friðarliga av, sigur løgreglan.
Onkur kom upp at toppast, men ósemjurnar blivu loystar og fólk vóru beind í hvør sína ætt. Inni á økinum er tað vaktarfólk hjá G! sum taka sær av trygdini.
Men enn hevur løgreglan einki harðskapsmál skrásett. Í kvøld er stóra kvøldið á G!, og lagt er upp til at enn fleiri fólk verða savnað í Syðrugøtu.
Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á G! festivalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald