
Ein ávísur persónur, sum keypti ein lottoseðil i Superbrugsen i Kjellerup millum jól og nýggjár, hevur átta milliónir krónir til góðari.
TV MIDTVEST skrivar, at vinnarin framvegis ikki hevur gjørt vart við seg, nú komið er inn í nýggj árið.
Harvið sóknast Danske Spil eftir persóninum, ið brádliga kann gerast nógv betri fyri fíggjarliga.
Kjellerup liggur mitt í Jútlandi - tætt við bæði Silkeborg og Viborg. Lotto-vinnarin keypti leygardagin 28. desember ein seðil, har viðkomandi rakti tølini røtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald