Innanlands

Onkur rennari savnaði meira enn 10.000 krónur

Stuðulsrenningin á Teenstreet eydnaðist væl

(Mynd: Om.fo)

(Mynd: Om.fo)

2021-08-08 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Om.fo: Stuðulsrnningin RAG eydnaðist væl á Teenstreet í gjár.

Sera nógv fólk var samankomið niðri í Vágsbotni, har sjálvt málið var. Pallur var eisini settur upp, og vit hoyrdu góðan tónleik ljóma alla tíðina. Tað vóru DJ’arin Villiam og TeenStreet lovsongsbólkurin, ið skiftust um at spæla.

Og nógv varð runnið. Tað vóru heilt nógvir rennarar, sum runnu yvir 10 rundur – og hvør runda var jú 1 km. Tann, ella tey, sum runnu mest, runnu heilar 23 rundur. Og vit fingu eisini at vita, at onkur rennari hevði savnað meira enn 10.000 krónur inn. Tað er ikki smávegis.

Vit fara at kanna nærri hvussu nógvur peningur er komin inn í hesi stuðulsrenningini og kunna meira um tað seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder