Innanlands

Onkur spælir Miðflokkinum eitt puss

Tíðindaskriv varð sent út um at Miðflokkurin vildi hava Tórshavn at broyta navn til Guðshavn

Bill Justinussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bill Justinussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-26 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani varð eitt tíðindaskriv sent fjølmiðlunum frá “Miðflokkinum á tingi”, har greitt var frá, at Miðflokkurin hevur ætlanir um at broyta navnið á landsins høvuðsstaði frá Tórshavn til Guðshavn.

"Hóast eg hvønn dag vakni fegin og stoltur av okkara kristnu tjóð, so harmist eg eisini at vit áhaldandi standa sum ein varði til farna heidna trúgv. Navnið á okkara høvuðsstaði er ein spottan móti okkara felags kristna arvi," verður formaður Miðfloksins, Jenis av Rana siteraður fyri at siga í tíðindaskrivinum.

Brævið kom frá eini teldupostadressu, sum eitur [email protected]. Henda adressa plagar ikki at senda tíðindi frá Miðflokkinum, og tí vendu vit okkum til tingbólkaformannin í flokkinum, Bill Justinussen.

Hann flenti bara, tá vit lósu upp úr tíðindaskrivinum.

- Hatta er gott skemt, men ikki nakað, sum Miðflokkurin hevur nakað við at gera, sigur Bill Justinussen læandi.

Norðlýsið, lokalblaðið í Klaksvík, varð, okkum kunnugt, fyrsti miðil at bera "tíðindini", men var eisini skjótur at avsanna tey aftur.

[object Object]
Norðlýsið fyrr í dag


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder