Mentan

Only Love: Nýtt sjónbandalag frá Eivør

Talan er um eitt lag frá nýggjastu útgávu hennara, Segl, sum varð givin út í september. Umframt Eivør er íslendski Ásgeir eisini at hoyra á lagnum – Sjónbandið er tikið upp í Íslandi, og íslendska listakvinnan Anna Maggý hevur leikstjórnað

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-12-12 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gav Eivør út nýtt staklag við tilhoyrandi sjónbandi.

Talan er um lagið "Only Love" frá nýggjastu útgávu hennara, Segl, sum varð givin út í september. Umframt Eivør er íslendski Ásgeir eisini at hoyra á lagnum.

Nýggja sjónbandalagið er tikið upp í Íslandi, og tað er íslendska listakvinnan Anna Maggý, sum hevur leikstjórnað.

Um lagið sigur Eivør m.a. soleiðis:

– Tá lagið varð skrivað, hugsaði eg um kærleikan og alt tað, hann fær okkum at gera. Eg verði ongantíð móð av at skriva um hetta evnið. Tað er tað mest kompleksa og tó tað mest grundleggjandi av øllum. (...) Hann er bæði sterkur og sárbærur. Hann brýtir okkum sundur og ger okkum heil. Onkuntíð noyðast vit at missa hann fyrst fyri at finna hann, og tá vit finna hann, eru vit bangin fyri at missa hann. Eg eri sannførd um, at øll tey, vit nakrantíð hava verið góð við, altíð fara at vera ein partur av okkum onkursvegna. Sjálvt tá kærleikin ikki helt leingi. Tað haldi eg vera sera vakurt.

Ágeir hitti Eivør, tá tey sungu saman á jólakonsertum í Reykjavík fyri tveimum árum síðani. Sambært Ásgeir dámdi honum sera væl at samstarva við Eivør og bólki hennara.

– Seinni sendi hon mær lagið "Only Love", og eg var errin av, at hon bað meg syngja við sær, sigur hann.

Nýggja sjónbandalagið sæst omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder