Innanlands

Onnur atmosferiska bumban í heyst

Fyrr í vikuni var fyrsta atmosferiska bumban yvir Norðuratlantshavi, og nú er tann næsta á veg..

Hósdagin klokkan 4 um morgunin sær veðurkortið soleiðis út á havleiðunum sunnan fyri Ísland. Hetta er løtan við mest vindinum í Føroyum. Lágtrýstið er minni enn 100 fjórðingar sunnan fyri Ísland, lufttrýstið í miðjuni er 968 hPa, mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna. Vit sleppa aftur nokkso væl. (Mynd: windy.com)

Hósdagin klokkan 4 um morgunin sær veðurkortið soleiðis út á havleiðunum sunnan fyri Ísland. Hetta er løtan við mest vindinum í Føroyum. Lágtrýstið er minni enn 100 fjórðingar sunnan fyri Ísland, lufttrýstið í miðjuni er 968 hPa, mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna. Vit sleppa aftur nokkso væl. (Mynd: windy.com)

2026-09-26 15:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meðan lágtrýstið liggur yvir Íslandi og spakuliga grynnist og viknar, tók eitt nýtt lágtrýst seg upp yvir havinum 200 fjórðingar í landsynning úr Nova Scotia. Tað fer at ganga eystureftir, til tað fyrrapartin mánadagin er komið til Asorurnar. Tá er trýstið lækkað niður í 999 hPa. Enn er ikki nakað serligt av vindi ella regni rundan um tað.

Komið eystur til Asornurar, er tað undir jettstreymunum, sum eru beint omanfyri í 5/6000 metra hædd. Teir ganga við nógvari ferð í landnyrðing og norðan, og taka lágtrýstið við sær og sýgur luftina úr tí.

Frá seinnapartinum mánadagin dýpist tað úr 997 hPa skjótari og skjótari, meðan tað gongur ímóti vesturstrondini í Írlandi og haðani ímóti Íslandi. Skjótasta dýpingin er týsdagin, tá ið trýstið í miðjuni fer úr 989 hPa niður í 954 hPa – hetta er 35 hPa í 24 tímar! Tað er sera nógv. Onnur atmosferiska bumban í eina viku beint eftir heystjavndøgur.

Leiðin, lágtrýstið gongur, er næstan tann sama sum fyrra bumban farna mána- og týsdag. Mesti vindur og regn í Føroyum fer at vera mikudagin, hvassur vindur upp í skrið millum sunnan og landsynning, samdrigið og regn.

Tað fyrsta djúpa lágtrýstið í heyst kom ikki nær okkum, og sum forsagnirnar eru í dag, so fer tað næsta djúpa lágtrýstið heldur ikki gera stórvegis um seg í Føroyum.
Heystið er júst byrjað, og veturin stendur fyri durum. Nógv kann enn henda.

Hanus Kjølbro, Veðurstova Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder