
- Hetta er fyrsta altjóða navnið við Tjarnir og vit hava nógv at læra.
Tað sigur Rúni Djurhuus, eigari av Eventz.fo sum skipaði fyri stóru stovukonsertini við Bryan Adams við Tjarnir í síðstu viku.
Hann avdúkar eisini, at onnur nøvn eru á veg, og at okkurt kemur seinni í ár. Uttan at vilja avdúka ov nógv, sigur hann, at tað verður eitt stórt navn. Tó ikki á sama hátt sum Bryan Adams.
Lang bíðirøð við Tjarnir mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Kravdi nógv
Rúni Djurhuus er royndur konsert- og festivalfyriskipari, men hetta var ein tann mest krevjandi konsertin, sigur hann.
Við sær hevði Bryan Adams eitt toymi uppá tólv fólk. Hann kom við privatflogfari, skuldi hava egnan kokk og so framvegis.
Til næstu ferð skal eitt nú ljóðið aftast í betrast, sigur Rúni Djurhuus sum tó letur væl at sum heild.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Hann er 65 ár og sang sum ein eingil. Og so er tað eisini fyrstu ferð, eg havi sæð ein tónleikara spælt í tveir tímar uttan at drekka vatn, greiðir Rúni Djurhuus skemtiliga frá.
Men har var einki at óttast.
Hási rokkarin byrjaði við einum braki við lagnum "Run to you" og so koyrdi royndi kanadiarin á frá klokkan 20 til 22 frammanfyri næstan 3000 áhoyrarum.
Lógvabrestirnir rungaðu í stóru snotiligu høllini, sum eitt nú er gjørd til, at slíkar heimsstjørnur kunnu koma hendan vegin.
Bryan Adams spældi øll síni hitt og eitt sindur afturat og í millum sangirnar fortaldi hann røvarasøgur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Móti endanum varð sangarin Bjarki Hansen tikin upp á pallin at syngja duett við lagnum "Straight From the Heart". Ein løta, sum man standa eftir hjá mongum.
Bryan Adams takkaði fyri seg hetta mikukvøldið í Hoyvíkshaganum. Hann hevur síðan spælt í Skotlandi, Norðurmakedonia, Serbia og í kvøld spælir hann í Bulgaria.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald