Innanlands

Ónøgd í tunnilsliðnum í Dalstunlinum

Trý fólk søgdu seg úr starvi fyrr í ár, og hetta hevur seinkað arbeiðinum inni í tunlinum nakað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-12 09:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur og hevur sum heild gingið væl at gera Dalstunnilin, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í svari til ein grein 52 fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni.

Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5. november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. november 2023. 

Vanliga starvast 6-7 arbeiðsfólk á tunnilsliðnum hjá Landvserki. Fyrr í ár søgdu trý arbeiðsfólk seg úr starvi. Orsøkin var, at tey vóru ónøgd við lønarviðurskifti og setanartreytir í sambandi við tunnilsarbeiðið. Lýst varð tí eftir starvsfólki, og eru fólk sett í starv, sigur Dennis Holm.

Arbeiðið inni í tunlinum varð nakað seinkað, meðan lýst varð eftir fólki, men nú gongur arbeiðið, eftir ætlan, upplýsir landsstýrismaðuin.

Dalstunnilin skal eftir ætlan verður liðugur í 2026.

[object Object] Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum 9. november 2023 (Mynd: Landsverk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder