Tann 6. februar bórust tíðindini um, at harðasti jarðskjálvtin í meira enn 100 ár hevði rakt Turkaland og Sýria. Myndirnar frá londunum hava víst okkum, hvussu ræðulig støðan er.
Hetta skrivar Open Doors Føroyar, ið alt fyri eitt setti eina innsavnan fyri fólkunum í rakta økinum í gongd. Tað hevur gingið skjótt og væl hjá felagsskapinum at fingið pening inn
- Góðar tríggjar vikur seinni hava føroyingar stuðlað við 270.000 krónum Ibrahim, ið er prestur í Sýria, fegnast yvir peningin, ið er savnaður inn í Føroyum. Hann sigur, at nú fjølmiðlanir byrja at tagna, byrjarar veruliga arbeiðið hjá teimum at byggja jarðskjálvtarakta økið uppaftur.
Open Doors Føroyar hevur gjørt av at nýta allan peningin, ið er komin inn, í Sýria. Felagsskapurin Open Doors hevur drúgvar royndir í landinum, og tí ber beinanvegin til at hjálpa 7.000 persónum. Tey flestu av hesum fólkunum, sum fingu skjól í 16 ymiskum kirkjum, eru nú flutt á hotell, til familju ella farin aftur til síni heim, sum eru mett at vera trygg.
Jarðskjálvtin rakti serliga hart økini Latakia og Aleppo.
- Open Doors veitir hjálp til 25.000 fólk í hesum økinum. Langtíðarætlanin er at hjálpa 200.000 fólkum í øllum Sýria. Hetta megna vit, tí vit hava økt vónardeplarnar frá 160 til 287 í tali.
Stuðulin, ið føroyingar hava veitt, verður millum annað brúktur til millum annað mat, heilivág og reinførishjálp, umframt umvælingar
Open Doors er ein felagsskapur, sum millum annað varpar ljós á forfylging av kristnum kring heimin og sum eisini ger hjálpararbeiði ymsastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald